VIT DANSA VIÐ PENSIONISTUM MIKUKVØLDIÐ
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 04/02/2024 - 18:30
Aftur í ár hevur pensionistafelagið heitt á okkum at koma at dansa og syngja saman við teimum á teirra hugnakvøldi. Hetta plagar at vera eitt sera hugnaligt kvøld at luttaka í. Vit hittast í í tí nýggja bridgehúsinum í Gundadali, har Pensionistafelagið heldur til, mikudagin 7. februar kl. 19. Vit mugu vita, hvussu nógv fólk hava hug at koma við, so sigið frá skjótast gjørligt her á fb limum ella gevið okkum boð, tlf 515152, 295118, 214242
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar