Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 27/10/2021 - 12:10
Korona ger aftur um seg, og tí er avgjørt at útseta dansin fyribils í eina viku. Ætlandi verður dansað aftur 7. novembur, um tað tá verður hildið ráðiligt.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 20/10/2021 - 14:57
Barnadansurin byrjar nú aftur í Tøkum Lætt. Sunnukvøldið 24. oktobur er fyrsta dansikvøld, og dansurin byrjar klokkan 18:30. Hann varar uml. ein tíma, og í steðginum verður okkurt søtt at leggja á tunguna. Eisini verður søga lisin fyri børnunum.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Mon, 11/10/2021 - 14:36
Týskvøldið, 12. oktobur, koma skúlanæmingar úr Danmark at dansa saman við Tøkum Lætt. Tey ganga í 9. flokki og verða við lærarum uml. 25 fólk. Øll eru vælkomin í dansin og tey ungu í Tøkum Lætt hava her høvi at hitta onnur ung og kunnu kanska eisini leggja teimum lag á, hvussu dansað verður. Ein matarsteðgur verður, har fólk kunnu hugna sær við práti og einum drekkamunni. Dansurin byrjar klokkan 20:00.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Tue, 05/10/2021 - 19:20
Dansur verður í Kvívík leygaekvøldið 9. oktobur. Tøkum Lætt skipar tí fyri busssambandi til Kvívíkar hetta kvøldið, og bussurin fer frá rennibreytini í Gundadali klokkan 20:50. Øll eru vælkomin.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 04/08/2021 - 22:56
Enn ber til at tekna seg til Landsdansistevnuna, men tað má gerast skjótt. Tit melda tykkum til við at flyta 300 kr. á kontu 9181 4482370 í betri banka.