VIT DANSA Í SKANSASTOVU SUNNUKVØLDIÐ 14. JANUAR
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 13/01/2024 - 23:29
Nú byrjar vanligi dansurin aftur í Skansastovu! Eitt nýtt ár er byrjað og nógv spennandi er fyri framman, vit fara tosa um tað sunnukvøldið. Á skránni er eitt nýtt kvæði, sum vit ikki hava kvøðið fyrr, tað eitur Ásmundur Trøllabani, ørindi 1 – 40, Einar Martin og Guðmundur skipa. Tað er altíð spennandi at hoyra nýggj kvæði:) Grimmer går på gulvet er eisini á skrá, tað hava vit kvøðið fyrr, og síðst men ikki minst er Huldugentan á skrá. Barnadansurin byrjar kl. 18,30 og vaksni dansurin kl. 19,30
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar