Submitted by Óli A. Reinert ... on Fri, 06/05/2016 - 23:38
Tey, sum ætla sær við til landsdansistevnuna í Klaksvík, kunnu fara í dans á Reinsarínum sunnukvøldið 8. mai, har dansað verður saman við eysturoyingum og saman við dansifelag Kaggans. Gøtuskeggjar verða sjálvsagt á skránni, men eisini verður høvi at kvøða onnur kvæði, so hetta kann væl gerast eitt gott dansikvøld.
Dansurin byrjar kl. 20, og heitt verður á fólk um at møta stundisliga, helst áðrenn gestirnir koma.
Matarsteðgur verður við kaffi og køkum og hugnapráti.
Annars eru øll vælkomin í dans.
Submitted by Jóna Maria on Tue, 19/04/2016 - 20:18
Kl. 16,30: Dansifeløgini møtast í Vágstúni har vit kvøða 1 ella 2 stuttar vísur, síðani ganga vit niðan í Skálan, Bøgøta 11. Um veðrið ikki er til vildar, møtast vit í Skálanum í staðin fyri. Skálin er opin frá kl. 16, har vit fáa útflýggja atgongumerkini. Borðhaldið verður kl. 18 í Badmintonhøllini (liggur beint niðanfyri Skálan). Aftaná borðhaldið verður farið í Skálan at dansa, har kunnu vit eisini keypa drykkivørur. Kl. 02,00 verður morgunmatur í Badmintonhøllini.
Submitted by toekum_laett on Sun, 03/04/2016 - 22:23
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 18/02/2015 - 19:57
Føstulávintsmánakvøld varð dansað á Reinsarínum. Dansurin byrjaði stutt eftir kl. 9 um kvøldið og endaði eitt sindur eftir midnátt. Væl av fólki møtti til dansin, og sigast kann, at hann hepnaðist væl. Úr rúgvuni av kvæðum, ið vórðu kvøðin, kunnu nevnast Regin smiður, Harra Pætur og Elinborg, Sigmunds kvæði yngra, Leivur Øssursson, Ólavur Riddararós, Brestis kvæði, Gudbrands kvæði og onnur.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Sun, 04/01/2015 - 20:15
Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri trettanda dansi í sjónleikarahúsinum. Dansurin verður leygarkvøldið 10. januar og byrjar kl. 10.
Tá liðið er eitt sindur á náttina verður matur at fáa, har tað ber til at njóta ein drekkamunn við smurdum breyði afturvið.
Hetta er eitt afturvendandi tiltak, ið vanliga er væl umtókt millum dansifólk. Sum kunnugt, so er 13. kvøld jóla 6. januar, sum í ár er týsdagur. Tær modernaðu tíðirnar gera tað tó næstan ómøguligt at hava dans mitt í vikuni, so tí verður dansurin eitt leygarkvøld.
Submitted by Jóna Maria on Thu, 16/10/2014 - 16:16
Submitted by Óli A. Reinert ... on Sun, 12/10/2014 - 21:58
Sunnukvøldið 5. oktober var aðalfundur í Tøkum lætt. Fundurin var í Skansastovu, og skráin var sambært lógini.
Tey, sum stóðu fyri vali í teimum ymisku nevndunum, vórðu øll afturvald, so har vóru ongar broytingar.
Tá tey formellu viðurskiftini vóru avgreidd, varð tosað um mangt og hvat.
Rasmus kunnaði um nøkur mál, ið Sláið Ring arbeiðir við.
Hann upplýsti, at útvarpið søknast eftir nýggjum upptøkum av føroyskum dansi, og upptøkum av kvæðum, ið ikki hava verið at hoyrt í útvarpinum áður.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Sat, 27/09/2014 - 13:12
Nú byrjar dansiveturin aftur, og í Kvívík verður lagt fyri við dansi í kvøld, 27. septembur kl. 21.
Tað er Norðstreymoyar Dansifelag, ið skipar fyri, og ætlandi verður eitthvørt til matna um midnáttarleitið.
Í sambandi við dansin fer bussur frá Skansastovu í kvøld kl. 21.30.
Hetta plagar at vera eitt gott dansikvøld, og øll eru vælkomin.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 11/06/2014 - 17:44
Tað er nú einaferð so, at Skúvoyggin, og tað sum har er fyrifarist, er ein rættiliga týdningarmikil partur av føroyingasøgu. Skúvoyarbrøðurnir Brestir og Beinir eru høvdingar í oynni um somu tíð, sum Havgrímur er høvdingi í Suðuroy.
Submitted by Helga Maria on Tue, 13/05/2014 - 18:45
Hey tit, vit fara aftur komandi sunnukvøld 18/5 kl. 20,00 í Skansastovu at "repetera"Kjartan Ólavsson
Pages