Dansurin byrjar nú aftur í Tøkum Lætt

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini
Nú myrkna kvøldini og veturin stendur fyri durum. Á homrum og í fjallalíðum onkran illveðursdag síggjast gívragrýturnar standa á kóki, meðan stormurin dunar í gjáum og bergskorum. Seyðurin leitar sær á bøin, og fólk hittast um kvøldarnar til hugnaligt prát. Trøll og risar eru nú sjónligari í fjøllunum og stevna saman til fundar á vetrarveitslu.
Hetta er góð dansitíð, og nú verður aftur farið at dansa í Tøkum Lætt. Byrjað verður sunnukvøldið 25. oktobur í Skansastovu. Lagt verður fyri við barnadansinum, ið byrjar klokkan 18.30, og síðani verður dansur fyri vaksin; hann byrjar klokkan 19.30.
Aðalfundur var herfyri í Tøkum Lætt, og væl av fólki var møtt upp. Fyri at fyribyrgja koronasmittu varð roynt at halda frástøðu við ikki at seta stólarnar ov tætt saman. Eftir aðalfundin varð farið upp á gólv eina løtu.
Tøkum Lætt hevur fingið leiðreglur at halda seg til í samband við Korona, og roynt verður at fylgja teimum.
“Eina veit eg rímuna, inni hevur ligið leingi; risin liggur á Leittrabergi, hann talar til sínar dreingir.”
Vælkomin í dans.
Tags: