Kyndilsmessudansur á Eiði
Submitted by Jóna Maria on Mon, 30/01/2023 - 11:59
Hey tit, her kemur info um Eiðistúrin, sum dansifelagið á Látrinum skipar fyri. Sum fyrr sagt verður hann nú leygardagin tann 4. februar. Bussur koyrir av rennibreytinin kl. 17.45, stundisliga. Feløgini sum luttaka eru Norðstreymoyar dansifelag og Tøkum lætt. Tey á Látrinum kvøða Dronning Dagmar ligger i Ribe sjuk, og annað kvæðið hjá teimum verður antin Stærke Tidrik ella Guðbrandskvæðið. Norðstreymoyingar kvøða Ormin langa og harra Pætur og Elinborg. Og vit í Tøkum lætt kvøða Ebbe Skammelsøn og Tróndarkvæðið. Og so er orðið frítt:) Gávan til Eiðis er 100 kr í pr luttakara, tað skal flytast á kto í Betri 9181 4482370 í seinasta lagi mikudagin. Vit gleða okkum til ein fantastiskan túr, harmonika fylgir við í bussinum:)