Hugnakvøldið 11. desembur er avlýst, og eisini er dansurin sunnukvøldið 12 desembur avlýstur

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini
Nú korona aftur ger so nógv um seg verður hugnakvøldið, sum skuldi verða 11. desembur, avlýst. Eisini verður dansurin sunnukvøldið 12. desembur avlýstur. Enn er ikki greitt, nær dansað verður aftur, men fólk kunnu fylgja við her. lýst verður, tá dansurin byrjar aftur.
Hóast eingin dansur er, ber væl til at læra seg kvæðir og vísur. "De røvere tolv" og "Grimmar går på gulvet" hava verið á skránni, og ætlandi verða hesar báðar vísurnar tiknar uppaftur, tá dansurin byrjar aftur. Fólk kunnu tí lesa upp á hesar vísurnar og vóna, at tað ikki verður so leingi, til kvæðini aftur dynja undir lofti, og stevið verður stigið um gólvið.
"Hoyrið dans í stovu ganga! Hoyr um kappar kvæðið langa! Tað er Føroya rmál."
Tags: