VIT DANSA SUNNUKVØLDIÐ 25. JANUAR

Sum sagt, verður dansur nú sunnukvøldið, onkur broyting er í skránni hjá okkum. Flóvants ríma verður ikki kvøðin, í staðinfyri taka vit part av Sniálvs vísu, hon kom ongantíð ordiliga í gjøgnum, tá hon var á skrá. Og Marjun skipar Seyðamannin á Sondum, tað var á skrá síðsta sunnudag, men bleiv ikki tikið vegna forfall.

Á skránni stendur annars “Kjartan Ólavsson” til og við ørindi 49,  “Oh kan du ikke mindes” og “Teir sigla so væl sín fría knørr”.

Tekningarlistin til Eiðis liggur frammi, nú verður allarseinasti møguleiki at tekna seg.

 
 
 
 
 
 
 
Tags: