Limabræv 2016

Tórshavn 15. 10. 2016

Góðu limir

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu  tann 9. oktobur og væl av fólki var møtt.
Randi og Jóna stóðu fyri vali og vóru afturvaldar. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.
Í eykanevndini var ein broyting. Helena bar seg undan, og í hennara stað kom Malan Hilmarsdóttir.
Poul Johannes, sum hevur verið grannskoðari hjá okkum í nógv ár, bar seg eisini undan,  og fyri hann kom Roar Olsen.
Rasmus hevur verið okkara umboð í Sláið Ring eisini í nógv ár. Hann er nú blivin fomaður í Dansifelagnum á Látrinum, so hann ynskti at blíva avloystur. Andreas, formaður, fer so sjálvur at umboða felagið í Sláið Ring, og Randi verður tiltakslimur.
Veitslunevndin er tann sama, Helga, Elsy, Sunneva og Poula.

Limagjaldið verður tað sama, t.e. 200 kr. fyri støk og 300 kr. fyri pør. Flytast á konto: 445.127.0 í Eik.

Rasmus greiddi frá einum stórum tiltakið, Barnlek, sum verður í Klaksvík 2017. Tað  koma umleið 300 luttakarar úr Føroyum, men eini 700 úr hinum Norðanlondunum. Hetta gevur Sláið Ring og okkum, sum fáast við barnadans, eina stóra uppgávu.
Andreas tosaði um okkara barnadans og um, hvussu týdnigarmikil hann er fyri framtíðar føroyska dansin. Hann heitti á fólk um at hjálpa til, tí tað eru ofta tey somu fólkini, sum stríðast har. Um fólk kundu tekna seg til at komi okkurt kvøldi, um tað so var 2 ferðir um árið, so hevði tað gjørt stóran mun. Tað styrkir nógv um dansin, tá vaksin fólk eru við.

Har vóru ikki nógv kvæðaynski. Fólk helt, at tað var nóg mikið at repetera alt, sum vit longu hava lært. Og har er sera nógv tilfar at taka burturav! Skráin kann kanska virka eitt sindur tung fyri limir, sum ikki hava dansað so leingi. Men hetta eru  kvæði, sum vit hava haft fyrr, summi av teimum fleiri ferðir.  
Tað er sjálvandi ikki tvungið at lesa uppá øll kvæðini, man velur sær tað, sum man hevur bestan hug til.
Restin skal nokk koma so við og við. Og, sum tit vita, eru altíð fleiri stutt kvæði á skránni eisini.
Fólk eru altíð vælkomin at taka onnur kvæði, um tey hava hug til tað.

Tann 19. november verður ársveitsla okkara í Róðrarneystinum á Argjum. Vit hava boðið Vága Dansifelag og Norðstreymoyar Dansifelag í veitslu. Vit leggja fyri við Brúsajøkil. Vit frætta kanska frá himum báðum dansifeløgnum, hvat teirra kvæði verður. Veitslan byrjar kl. 19.00, farið verður til borðs kl. 19.30, stundisliga. Kostnaðurin er 190 kr. Flytast á konto: 445.127.0 í Eik.

Vit eru boðin til hugnakvøld í Eysturoyar Dansifelag tann 26. november. Tekningarlistin kemur at liggja frammi í november.
Vit eru eisini boðin í ársveitslu hjá Dansifelagnum í Havn, tað verður síðsta vikuskifti áðrenn føstuna, tann 18. februar. Vit gleða okkum til hesi kvøldini.

Sum tit vita, hava vit eina heimasíðu, sum vit royna at leggja tilfar á so hvørt. Tit eru vælkomin at skriva ella viðmerkja á hana, á tann hátt kemur eisini meira lív í,  adr: www.tokumlatt.fo 

Næsta dansikvøld okkara verður sunnukvøldið tann 30. oktober, barnadansurin byrjar kl. 19 og vit vaksnu kl. 20. Tekningarlistin til veitsluna liggur frammi.

Hjáløgd er nýggja skráin hjá Tøkum Lætt. Skráin fyllir umleið helvtina av kvøldinum. Fyrsta kvæðið er altíð beint aftan á kaffisteðgin. Annars eru fólk altíð vælkomin at skipa onnur kvæði.

Við hesum ynskja vit tykkum øllum ein góðan dansivetur.

Nevndin í Tøkum Lætt

Tags: