Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 07/04/2026 - 11:10
Landsdansistevnan fyri børn er tann 18. apríl í Havn. Í tí sambandi verður barnadansur komandi sunnukvøld kl. 18,30 í Skansastovu. Vit fara at venja kvæði, sum vit ætla at kvøða til stevnuna, tað er Risin og Kellingin, sum Bergljót av Skarðihevur yrkt. Enn er tíð at tekna seg, tekningarlistin liggur frammi.
Latið inn hevur toekum_laett hin Mán, 27/10/2025 - 21:12
Góðu limir
Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 28. september og hampuligt av fólki møtti upp til fundin. Í nevndini var eingin broyting: Andreas, Jóna og Annleyg halda áfram. Eykanevndin , sum er Roar og Hildur og Bergar, og veitslunevndin, sum er Elsy, Lona og Poula blivu einini tær somu.
Grannskoðararnir eru Roar Olsen og Bjarni Rasmussen. Og umboð okkara í Sláið Ring er Andreas og eyka umboð er Annleyg.