Submitted by Jóna Maria on Wed, 08/10/2025 - 16:07
Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving.
Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við.
Miðað verður ímóti at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum.
Submitted by Jóna Maria on Thu, 02/10/2025 - 09:56
Leygarkvøldið 4. okt. er dansinátt í Kvívík, sum byrjar kl. 21,30. Í samband við dansin bjóðar Tøkum lætt sínum limun turran fisk, spik (ella smør:) og epli kl. 19 í Skansastovu. Sjálvandi fáa vit eisini okkurt at drekka afturvið:) Bussurin koyrir frá Skansastovu kl. 21. Neyðugt er at tekna seg sum skjótast her á limasíðuni ella ringið ella smsa á tlf 214242, 515152, 506151
Submitted by Jóna Maria on Tue, 09/09/2025 - 21:49
Aðalfundur okkara verður sunnukvøldið tann 28. september kl. 20 í Skansastova. Skrá sambart lógum felagsins. Dansað verður aftaná.
Nevndin
Submitted by Jóna Maria on Wed, 27/08/2025 - 14:14
Fríggjakvøldið 29. august kl. 17 traðka vit upp í Skansastovu fyri turistum úr Tailandi. Tað skuldi tikið ein lítlan tíma, og so hugsaðu vit at hava eitt lítið hugnakvøld aftaná, har felagið bjóðar breyð og gott pálegg. Har verður sangur og harmonikuspæl til, og man ikki farið verður upp á gólv eisini:)
Submitted by Jóna Maria on Tue, 26/08/2025 - 21:49
Av tí at for fá hava tekna seg til Suðuroyartúrin, hava vit veri noydd at avlýsa hann. Tað er sjálvandi nokkso keðiligt, hetta eru vit ikki von við í Tøkum lætt! Vit rokna tó við, at ein av grundunum man vera, at fólk eru ivasom um avloysaraskipið fyri Smyril.
Í staðin fyri hava vit hugsað at fara ein túr við bussi onkran leygardag, tá veðrið er gott. Men tað mugu vit koma aftur til seinni.
Submitted by Jóna Maria on Fri, 22/08/2025 - 11:45
Hotel Øravík hevur ringt og spurt hvussu verður við okkara Suðuroyartúri. Men enn hava ov fá tekna seg, tí mugu tit tekna tykkum nú, um túrurin skal blíva til nakað.
Submitted by Jóna Maria on Mon, 18/08/2025 - 22:49
Um nóg nógv tekna seg, fara vit útferð til Suðuroynna 12. – 14 september. Vit hava fyribils leigað alt hotel Øravík, har eru umleið 30 songjapláss. So tit, sum eru áhugað, mugu siga frá skjótast gjørligt.
Submitted by Jóna Maria on Sat, 10/05/2025 - 15:03
Nú nærkast til sjónvarpsupptøkur, og vit fara at venja nú sunnukvøldið tann 11 mai. kl. 20.
Vit fáa nú brúk fyri øllum góðum kreftum, so Tøkum lætt vísur hvat dugur er í okkum:)
Sum Gunnar Restorff hevur skrivað til okkum, er als ikki neyðugt at duga kvæðini
Submitted by Jóna Maria on Tue, 06/05/2025 - 19:28
MBM fer undir at selja eina nýggja vøru úr mjólkaúrdrátti. Í hesum sambandi skal ein reklamufilmur gerast um hesa vøruna.
Submitted by Jóna Maria on Sun, 20/04/2025 - 13:49
Góðu tit! Nú er føstan av, og dansurin byrjar spakuliga aftur.
2. páskakvøld verður dansur bæði í Sørvági og í Funningi, tíverri kunnu vit ikki vera bæði støðini, so her verður man noyddur at velja! Vit eru nøkur, sum hava tosað um at fara til Funnings, og vit hava leigað ein 20 persónars buss. So um áhúgi er fyri tí og fleiri tekna seg, so verður túrurin gjørdur.
Pages