Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 14/10/2024 - 22:29
Vit dansa sunnukvøldið 20. oktober kl. 19,30.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 12/10/2024 - 12:15
Sum áður lýst verður aðalfundurin sunnukvøldið 13. oktober kl. 20.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Frí, 04/10/2024 - 11:52
Nú gerast kvøldini myrk og long, og tíð er aftur at leita sær inn í fjálgu dansistovurnar.
Leygarkvøldið 5. oktobur skipar Norðstreymoyar dansifelag fyri mikkjalsmessudansi í Frøishøllini í Kvívík.
Dansurin byrjar kl. 21.30 og kostnaður fyri tiltakið er 100 kr, við í prísinum er smurt breyð
Bussurin hjá Tøkum lætt koyrir frá rennilbreytini kl. 21 og heim aftur aftaná dansin.
Bussurin er ókeypis og øll eru vælkomin.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mik, 24/04/2024 - 20:51
Í morgin 25. apríl er seinasta freist at tekna seg til Landsdansistevnuna. Tilmeldingin fer fram við at gjalda 300 kr á kto í Betri: 9181 5074942
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 02/01/2024 - 16:40
Aftur í ár skipar dansifelagið Tøkum lætt fyri 13. kvølds dansinum í Sjónleikarahúsinum. Tað eru nú 30 ár síðani Tøkum lætt av fyrstan helt, tað kundi verði stuttligt at royna at taka henda gamla siðin upp aftur, og 13. kvølds dansur hevur nú verið á hvørjum ári síðani, tó ikki í harðastu Koronu tíðini.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 18/12/2023 - 12:54
Tøkum lætt hevur aftur í ár dans á Reinsarínum 2. jólakvøld.
Latið inn hevur toekum_laett hin Hós, 07/12/2023 - 20:49
Góðu limir
Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 29. oktober og væl av fólki møtti upp til fundin.
Andreas stóð fyri vali og var afturvaldur. Nevndin er sostatt Andreas, Jóna og Ólavur.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Hós, 16/11/2023 - 20:34
Latið inn hevur Jóna Maria hin Frí, 29/09/2023 - 13:26
Hvørt ár byrjar dansiveturin í Kvívík, hetta er nakað, sum vit øll gleða okkum til.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Frí, 05/05/2023 - 13:46
Síður