DANSUR 2. PÁSKAKVØLD
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 20/04/2025 - 13:49
Góðu tit! Nú er føstan av, og dansurin byrjar spakuliga aftur.
2. páskakvøld verður dansur bæði í Sørvági og í Funningi, tíverri kunnu vit ikki vera bæði støðini, so her verður man noyddur at velja! Vit eru nøkur, sum hava tosað um at fara til Funnings, og vit hava leigað ein 20 persónars buss. So um áhúgi er fyri tí og fleiri tekna seg, so verður túrurin gjørdur.
Dansurin byrjar kl. 20, væntandi verður dansað einar 2 tímar. Drekkamunnur verður at fáa í skúlanum, og so koyra vit heim. So hetta verður ikki ein av teimum drúgvu túrunum hjá okkum:)
Men sum sagt, er tað ein 20 persónars bussur, so skundi tykkum at siga frá, um tit koma við.
Ringið ella sendi sms á tlf. 515152 – 506252 – 214242
Vit koyra frá rennibreytuni kl. 19
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar