FØROYSKUR DANSUR Á REINSARÍNUM
Finalan í spurnarkappingini, Tú manst vita frá mongum at siga verður send beinleiðis á Reinsarínum. Hetta verður fríggjakvøldið 28. februar kl. 20.30. Og nú er møguleiki at koma við í studio. Spennandi verður at síggja, hvør fer við steypinum í ár.
Í fjør var nærum fullsett, og vit vænta eitt líka gott kvøld í ár.
Tiltakið er ókeypis og krevur ikki tilmelding – tó er týdningarmikið at møta stundisliga.
Kl. 19.45 - Dyrnar lata upp – Barrin er opin
Kl. 20.15 - Dyrnar lata aftur
Kl. 20.30 - Tú manst vita frá mongum at siga
Meðan luttakandi dansifeløgini yrkja, syngja vit felagssang, og høvi verður at keypa sær okkurt gott í barrini.
- Steypahandan
- Føroyskur dansur live í útvarpinum.
Kl. 22.00 - Tøkum Lætt skipar fyri almennum dansi, dansurin er ókeypis.
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar