KUNNING UM OKKARA DANSIPROGRAM HESA VIKUNA
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 17/02/2025 - 16:20
Í nógv ár hava vit vitja pensionistafelagið í Havn upp undir føstuna. Og í ár verður tað komandi mikukvøld tann 19. februar. Vit fáa drekkamunn frá teimum og syngja nakrir sangir, Páll hevur harmonikuna við. Vit enda við at fara uppá gólvið eina løtu. Pensionistafelagið heldur til í Bridgehúsinum í Gundadali, vit síggjast har kl. 19.
Vit hava brúk fyri minst 10 – 15 fólkum, men øll eru vælkomin:)
Vit MUGU vita hvussu nógv koma við, so tað er ALNEYÐUGT at tit tekna tykkum, antin her á limasíðuni ella ringja/smsa til tlf. 214242-515152-506252
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar