SJÓNVARPSUPPTØKUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM 24. MAI
      Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 23/03/2025 - 21:23    
  
  Leygardagin 24. mai 2025 kl. 11-18 ger KvF í samstarvi við Sláið Ring sjónvarpsupptøkur í Sjónleikarhúsinum. Í alt 10 dansifeløg luttaka: Tøkum lætt, Dansifelagið í Havn, Dansifelagið á Látrinum, Leikum Fagurt, Stígum Fast, Ung í Dansi, Vága dansifelag, Norðstreymoyar dansifelag, Eysturoyar dansifelag og Klaksvíkar dansifelag. Vit hava ein ella tveir skiparar úr hvørjum felag, og teirra egna felag verður sjálvsagt høvuðsgarantur fyri góðari undirtøku, men í ár verða upptøkurnar skipaðar soleiðis, at øll kunnu dansa við øllum. Talan er um so drúgvar upptøkur, at eingin kann dansa allatíðina, so tí verður eisini møguleiki at hvíla seg í øðrum hølum, fáa ein drekkamun o.t.
Kvæðini og vísurnar verða:
- 
Ólavur Riddararós, Birgir Djurhuus skipar
- 
Hafburd konge og Sivard konge, Rasmus A. Joensen skipar
- 
Ribbolt er en grevesøn, Kristian Jacobsen skipar
- 
Stærke Tidrik, Jóngerð Midjord skipar
- 
Grindavísan, Róald Johannesen skipar
- 
Ved Kristiansand, Svanna Olsen skipar
- 
Fípan Fagra, Arnjohn Hvítklett skipar
- 
Kópa kvæði, Ingi Birgisson Davidsen skipar
- 
Frunta táttur, Anfinn Johannesen skipar
- 
Viljorm kornus, Jónleif Johannesen skipar
- 
Bøhmerlands dronningen, Jóna Danielsen skipar
- 
Regin smiður, Óli R. á Geilini skipar
- 
Bróka táttur, Hendrik Egholm skipar
- 
Ormurin langi, Heini Holm skipar
Aftaná upptøkurnar verður ein nátturðabiti at fáa, og møguleiki er sjálvandi at fara upp á gólv aftaná, um orka enn er til tess.
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar