Kunning um dansistiltøk

Síðsta dansikvøld kunnaði formaðurin um tiltøk sum liggja fyri framman. Har vóru so mong tiltøk, at vit hugsaðu, at best var at skriva tey inn her!

Tað fyrsta er sjálvandi jólahugnakvøldið nú komandi leygarkvøld tann 13. desember kl. 19. Hetta er eitt sokallað “matpakkaball”, har hvør tekur smurt breyð við, ella tað tey hava hug til. Síðani verður alt blanda samam á føtum. Vit plaga at siga, at tað skal vera gott og væl tað, sum ein sjálvur etir.

Tað næsta er annað jólakvøld, 26. desember. Tá hevur Tøkum lætt almennan dans á Reinsarínum. Hetta er ein ókeypis dansur, hann byrjar kl. 22. Síðani kemur nýggjársdansurin í Dali tann 1. januar 2026. Vit hava ikki fingið at vita nær tiltakið byrjar, vit venda aftur við tí. Felagið setir buss inn.

So kemur okkara egni 13. kvølds dansur í Sjónleikarahúsinum, hann verður tann 10. Januar kl. 22. Tá fáa vit brúk fyri fólki at smyrja breyð, sum vit plaga.

24. januar skipar Sláið Ring fyri tiltakinum “Gylta bók”, nú bókin fyllur 100 ár. Ætlanin er at feløg kvøða so nógv sum møguligt úr bókini, vit kvøða Gøtuskeggjar, so gott hevði verið, um tit royna at lesa eitt sindur uppá:)

31. januar eru vit boðin til kyndilsmessudans á Eiði saman við Norðstreymoyar dansifelag.

Og til síðst eru vit boðin í ársveitslu hjá Dansifelagnum í Havn tann 7. februar.

Soo, vit fara ikki at keða okkum komandi mánaðarnar:)

Tags: