FØROYSKUR DANSUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM 13. KVØLD JÓLA
Latið inn hevur Jóna Maria hin Frí, 02/01/2026 - 23:44
Aftur í ár skipar dansifelagið Tøkum lætt fyri 13. kvølds dansinum í Sjónleikarahúsinum. Tað eru nú 30 ár síðani Tøkum lætt av fyrstan helt, tað kundi verði stuttligt at royna at taka henda gamla siðin upp aftur, og 13. kvølds dansur hevur nú verið nærum á hvørjum ári síðani. Hetta kvøldið er so mikið væl umtókt, at fólk koma so at siga úr øll landinum at luttaka. Kvøðið verður bæði styttri vísur og tættir aftrat teimum longu kvæðunum, sostatt er tað bæði fyri roynd og óroynd. Í ár er dansurin leygarkvøldið tann 10. januar, hann byrjar kl. 22. Kostnaðurin er 120 kr, við í prísinum er smurt breyð við føroyskum viðskeri og kaffi og te. Øll eru hjartaliga vælkomin.
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar