Límabræv 2026

Tøkum lætt – dansiveturin 2026 – 2027

Góðu limir.


Aðalfundur felagsins var 11.10.2026, hampuligt av fólki møtti upp:) Jóna og Annleyg stóðu fyri vali, tær vóru afturvaldar. Nevndin er sostatt tann sama: Andreas, Jóna og Annleyg.


Vit hava roynt at ganga øllum kvæðaynskjum ímøti, sum komu fram á aðalfundinum. Hetta kann kanska virka tungt hjá nýggjum limum, men tá vit gera eina skrá, mugu vit hugsa um bæði roynd og óroynd. Eitt gott hugskot kundi verið, at valt sær okkurt ávíst kvæði úr skránni, og lært seg tað. Øll kvæði liggja á okkara heimasíðu. Skráin fyllir bara umleið helvtina av kvøldinum, so har er góð tíð at kvøða onnur kvæði.. Sum tit síggja á skránni, eru nógv tiltøk í vetur. Tað fyrsta, sum er um bara eina viku, er okkara hugnakvøld, vit hava bjóðað Eysturoyar dansifelag sum gestir.


Vit hava eina sms skipan, har vit fáa sent boð út til fólk. Tí er umráðandi, at vit hava tlf nummar hjá øllum limum. Umframt okkara heimasíðu hava vit eisini limasíðu á FB, har vit skriva regluliga.

Limagjaldið er 200kr fyri støk og 300kr fyri pør og skal gjaldast á kto í Betri 9181 4451270

Við hesum fara vit at ynskja øllum ein góðan dansivetur☺

Tags: