FØROYSKUR DANSUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM
Submitted by Jóna Maria on Fri, 06/01/2017 - 12:05
Aftur í ár skipar Tøkum lætt fyri tí vælumtókta 13. kvølds dansi, sum í ár verður leygarkvøldið tann 7. januar. Sum vant dansa vit í Sjónleikarahúsinum, byrjað verður kl. 22. Smurt breyð, kaffi og te og smákøkur verða at fáa út á náttina. Tað vísir seg, at hesin dansurin er blivin ein tradition hjá nógvum, fleiri meina, at hann minnir nógv um tann góða gamla navigatiónsdansin:) Barnadansurin hjá Tøkum Lætt byrjar aftur sunnukvøldið 8. januar kl. 19. Øll eru vælkomin.