Sjónvarpsupptøkur í Reinsarínum leygardagin 21. januar
Aftur í ár fer Kringvarpið at gera sjónvarpsupptøkur av føroyskum dansi í Reinsarínum. Tøkum Lætt hevur verið við báðar tær fyrru ferðirnar, og tað var ikki meiningin, at vit skuldu verða við hesu ferð. Men so mangt kann henda, og tað hendi eisini hesu ferð! (og í allarsíðstu løtu!) Onkur av hinum dansifeløgnum hava givið avboð, vit eru so boðin við sum “stand in“, og sum tit vita, er Tøkum lætt altíð til dystin fús, so vit hava sagt ja:) Men ikki tykkum at siga, nú er sera stutt tíð eftir! Vit ætla at venja hóskvøldið og fríggjakvøldið, tit fáa at vita hvar og nær í morgin. Dansifelagið á Látrinum er í somu støðu sum vit, tey eru eisini komin við í síðstu løtu, meiningin er, at vit kvøða saman við teimum. Norðstreymoyar Dansifelag er við til hesar upptøkur, vit hava lovað teimum stuðul. Endin verður sikkurt, at hesi 3 feløgini kvøða og dansa saman:) Tøkum lætt kvøðir: Regin smiður (54 ørindi), Sigmunds kvæði yngra og Harra Pætur og Elinborg. Dansfelagið á Látrinum kvøðir: Lorvíks Páll og Tróndarkvæðið. Norðstreymoyar Dansifelag Kvøðir: Jákup á Møn (55 ørindi), Jeg ser så mangt et orlogsskib og Bøhmerlandsdronningen. Tit, sum vilja vera við, sendið nevndini boð skjótast gjørligt (sum sagt, er tíðin sera stutt!) á tlf: 515152 – 221921 – 281105 - 215987
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar