Nýggjur bólkur í Tøkum Lætt
Submitted by Jóna Maria on Fri, 27/01/2017 - 16:08
Seinasta sunnukvøld varð ein nýggjur bólkur stovnaður í Tøkum Lætt. Lýst varð frammanundan við dansi fyri byrjarar, har øll við áhuga fyri føroyskum dansi kundu møta.
Tað møttu fleiri upp, og tey vóru fegin um hetta tiltakið. Farið varð upp á gólv, og vit kvóðu nakrar vísur.
Ætlanin við hesum bólki er, at fólk, sum ikki eru so roynd í føroyskum dansi, kunnu koma saman at dansa og kvøða kvæði, sum vanliga teljast millum tey fyrstu kvæðini, ið fólk læra seg, tá tey eru nýggj í dansinum. Dentur verður tí lagdur á kvæði sum Brestis kvæði, Sigmunds kvæði yngra, Flóvin Bænadiktsson, Í Gøtu ein dag og onnur, sum kanska teljast í tí lættara endanum, tá ein er vorðin meira royndur í føroyskum dansi.
Hóast hesin bólkur er fyri byrjarar, so eru øll kortini vælkomin í dans saman við teimum, og vit vóna eisini, at onnur í Tøkum Lætt koma at dansa saman við teimum. Havast skal bara í huga, at her verður dentur lagdur á tey løttu kvæðini.
Tað fyrsta kvæðið, sum sett er á skránna at læra seg í hesum bólki, er Brestis kvæði, og dansað verður aftur í hesum bólki sunnukvøldið 5. februar.
Dansað verður í hesum bólki annaðhvørt sunnukvøld - tey sunnukvøldini, tá Tøkum Lætt annars ikki hevur dans - og øll eru vælkomin.