Nógv tiltøk í februar

Nógv tiltøk eru á skránni hesir dagar til føstubyrjan. Her er ein listi, so kunnu tit seta kross í kalendaran:) 

Vegna forfall er Eiðistúrurin 4. februar avlýstur. Hann verður í staðin fyri komandi leygarkvøld 11. februar. Vit senda tykkum boð við sms skipanini.

4. februar er dansinátt á Eiði. Bussurin koyrir frá rennubreytini kl. 18.45, luttøkkugjaldið er 100 kr.

·       11. februar er Barnadansistevnan, hon verður í Sjónleikarahúsinum, etið verður í KFUM, vit hava avtalað við hini feløgini, at hvørt felag ger 25 køkur í part. Tí fara vit at heita á okkara góðu limir, um tit kunnu baka onkra kaku til tiltakið. Tøkum lætt skal gjalda fyri tilfarið.

·       18. februar  verður ársveitslan við Dansifelagnum í Havn, hon verður hildin í Sjónleikarahúsinum kl 20. Luttakaralistar verða lagdir fram næsta dansikvøld. Luttakaragjaldið er 150 kr, flytast á kto 9181 4482370

·       20. februar eru vit biðin at koma at dansa á Boðanesheiminum kl. 14

·      22. februar verður dansur saman við pensionistum í Losjuni, vit vita ikki enn hvat kl tað verður

·      24. februar verður føstulávintsdansur í Reinsarínum.

·      26. februar verður síðsta dansikvøld hjá Tøkum lætt í Skansastovu.

Tags: