Filmupptøka í Skansastovu leygarkvøldið 22. juli

Nú eru vit aftur bjóðaði til eitt spennandi tiltak!
Dánjal á Lofti er í holt við at gera ein film um føroyskar traditiónir, og har er føroyski dansurin jú ein sjálvsagdur lutur:)
Hann fer, millum annað, at tosa við og fylgja einum manni og soni hansara, sum vanligani ganga í føroyskan dans (hesir báðir ganga í barnadans hjá okkum). Filmupptøkan byrjar heima hjá teimum og fylgir teimum oman í Skansastovu, og tá skulu vit helst hava samlað nøkur fólk, so vit kunnu vísa ein góðan dans!

Upptøkan til filmin verður leygarkvøldið tann 22. juli kl. 19,30, vit vænta tað tekur  ein til tveir tímar.
Hetta ljóðar til at vera sera áhugavert og spennandi at vera við til, og so er tað kanska eisini ein góð upphitan til “dans på bryggen” :)

Vit vera ikki í føroyskum klæðum, bara hampiliga ílatin.

Tags: