Sláið Ring 40 ár – innbjóðing
Í ár eru 40 ár liðin, síðani Sláið Ring varð stovnað, og tað verður hátíðarhildið við veitslu, sum verður á Giljanesi tann 12. mai, har øll 17 limafeløgini við hesum verða boðin við. Veitslan byrjar kl. 18 og Sláið Ring samskipar busskoyringina og betalir fyri tey, sum sigla við strandferðsluni. Bussar fara av Giljanesi kl. 01.00. Limirnir tekna seg og gjalda 250,00 kr hjá sínum heimafelag, sum meldar síni til hjá Sláið Ring ikki seinni enn 1. mai. Á umboðsráðsfundi hjá Sláið Ring tann 10. mars var semja um, at tað ikki er neyðugt við gávu tí hetta er ikki landsdansistevna, men meginfelagið, sum bjóðar. Vit vænta heldur ikki, at øll feløgini bera fram røðu. Eftir borðhaldið leggur Vága Dansifelag fyri við Brestiskvæðnum ella Bjarnabana og so verður orðið frítt at skipa.