Limabræv 2018

Tórshavn 06. 10. 2018

Góðu limir

 

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 30. september og nógv fólk møtti upp til fundin.
Randi og Jóna stóðu fyri vali og vóru afturvaldar. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.
Eykanevndin er tann sama sum í fjør, Óli, Ólavur og Helga.
Grannskoðararnir blivu eisini teir somu, Roar Olsen og Bjarni Rasmussen. Sum eyka grannskoðari bleiv Poul Johs. Johansen valdur.
Umboð okkara í Sláið Ring er Andreas formaður og eyka umboð er Ólavur.
Veitslunevndin bleiv eisini afturvald, Helga, Elsy, Sunneva og Poula.
Limagjaldið bleiv tað sama, t.e. 200 kr. fyri støk og 300 kr. fyri pør. Flytast á konto: 445.127.0 í Betri.

Tað bleiv skotið upp á fundinum, at vit skuldu dansa fyrr um kvøldið, og undirtøka var fyri hesum uppskotinum. Sostatt byrjar barnadansurin frá nú av kl. 18 og vaksni dansurin byrjar kl. 19. Hetta er so nakað annað, enn tað vit eru von við, men vit fara so at royna tað og vita hvussu gongur.

Eisini var uppskot um at dansa hvørt sunnukvøld, men hesum var ikki undirtøka fyri.

Nakrir av limunum vóru ónøgd við, at vit hava ov nógv ørindi fyri hvørja ferð, og eisini at høvuðskvæðið bleiv kvøðið for seint um kvøldið.
Nevndin hevur avgjørt at ganga teirra ynski partvís í møti. Vit hava lagt eitt kvæði i skránna, har vit hava 6 ørindi fyri hvørt kvøldi. Vit eru spent uppá, hvussu tað kemur at rigga.
Men vit royna at ganga øllum í møti, eisini teimum, sum ikki ynskja broytingar, tí fara vit framvegis at hava onkur av teimum longri kvæðunum fyri. Í ár verður byrjað við Grettis kvæði.
Í tí sambandi kunnu vit nevna, at leygardagin 27. oktober 2018 skipa Sláið Ring og Norðurlandahúsið fyri tiltakinum kvæðastevna, fyrilestrar og dansur. Har verður Grettis kvæðið høvuðskvæðið.

Í november í ár eru 25 ár síðan Tøkum lætt varð stovnað! Í tí sambandi ætla vit at hava eina dansinátt við borðhaldi í Sjónleikarahúsinum tann 24. november. Vit hava boðið øllum dansifeløgnum í landinum, freistin at tekna seg og gjalda er 24 oktober. Kostnaðurin er 250 kr og kann flytast á konto: 445.127.0 í Betri.

Næsta dansikvøld okkara verður sunnukvøldið tann 21. oktober, og minnist til: barnadansurin byrjar kl. 18 og vaksni dansurin byrjar kl. 19. Tekningarlistin til veitsluna liggur frammi.
Hjálagt er nýggja skráin hjá Tøkum Lætt. Skráin fyllir umleið helvtina av kvøldinum. Fyrsta kvæðið er altíð beint aftan á kaffisteðgin. Annars eru fólk altíð vælkomin at skipa onnur kvæði.

Eftir áheitan fara vit enn einaferð at royna gera ein bólk við teldupost adr, vit vænta, tað fer at lætta um samskifti okkara millum. Tí fara vit at biðja tykkum senda okkum tykkara teldupost adr til: toekumlaett@hotmail.com. Vit hava í nøkur ár havt eina sms skipan, sum vit hava verið glað fyri. Hana ætla vit at halda áfram við, so tit sum ikki brúka teldupost fáa boðini gjøgnum sms skipanina.

Á aðalfundinum tosaði Andreas um okkara barnadans og um hvussu týdnigarmikil hann er fyri framtíðar føroyska dansin. Hann heitti á fólk um at hjálpa til, tí tað eru ofta tey somu fólkini sum stríðast har. Um fólk kundi tekna seg til at komi okkurt kvøldi, um tað so var 2 ferðir um árið, so hevði tað gjørt stóran mun. Tað styrkir nógv um dansin, tá vaksin fólk eru við.
Barnadansurin byrjar 21. oktober kl. 18.
Við hesum ynskja vit tykkum øllum ein góðan dansivetur.

Nevndin í Tøkum Lætt

Tags: