Nú stundar til veitsluna.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 21/11/2018 - 17:22
Nú stundar av álvara til veitsluna hjá Tøkum Lætt, nú felagið fyllir 25 ár.
Veitslan verður í sjónleikarahúsinum leygarkvøldið 24. novembur, og hon byrjar stundisliga klokkan 18.00.
Tey, ið hava teknað seg til veitsluna, mugu ti eisini møta stundisliga í góðari tíð.
Á skránni er borðhald við sangi, røðum og undirhaldi. Áftaná verður farið upp á gólv.