Limabræv 2019

Tórshavn 12. 10. 2019

Góðu limir

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu  tann 6. oktober og nógv fólk møtti upp til fundin.
Andreas stóð fyri vali og var afturvaldur. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.
Eykanevndin er tann sama sum í fjør, Óli, Ólavur og Helga.
Grannskoðararnir blivu eisini teir somu, Roar Olsen og Bjarni Rasmussen.
Umboð okkara í Sláið Ring er Andreas formaður og eyka umboð er Ólavur.
Veitslunevndin bleiv eisini afturvald, Helga, Elsy, Sunneva og Poula, Limagjaldið bleiv tað sama, t.e. 200 kr. fyri støk og 300 kr. fyri pør.  Konto: 9181  445.127.0 í Betri

Vit eru longu boðin í 2 ársveitslur í ár! Tann 16. november eru vit boðin til Sumba og tann 23. november til Klaksvík. Avgjørt varð á aðalfundinum  hvat vit skuldu kvøða til veitslurnar.

  • Í Sumba kvøða vit Grindavísuna – Gjaldið fyri veitsluna er 100 kr, Konto: 9181 448.237.0 í Betri
  • Klaksvík kvøða vit Gøtuskeggjar - Gjaldið fyri veitsluna er 100 kr  Konto: 9181 507.494.2 í Betri

Felagið fer eisini at gjalda ein part av gávuni. Gott í tykkum, teknið tykkum so skjótt sum møguligt!

Okkara egna ársveitsla verður tann 30. november, sum vant í Róðrarneystinum á Argjum.
Gestir okkara vera Ung í dansi, Dansiringurin við Høgadalsá úr Kaldbak og Dansiringurin Sólarmagn av Velbastað. Vit leggja fyri við Regin Smiði.
Hesi 3 kvæðini hava vit kvøðið nógv í Tøkum lætt, og tí standa tey ovast í skránni, fyri at fríska tey uppaftur í samband við hesar veitslurnar.

Í januar verða  sjónvarpsupptøkur, har Tøkum lætt luttekur. Har mugu vit eisini fara at venja nøkur kvæðir.

Fólk hildu, at tað var nakað tíðliga at byrja dansin kl 19 og uppskot kom um at flyta dansin ein hálvan tíma. Undirtøka var fyri hesum uppskotinum og sostatt byrjar barnadansurin frá nú av kl. 18,30 og vaksni dansurin byrjar kl. 19,30. 

Á aðalfundinum tosaði Andreas um okkara barnadans og um hvussu týdnigarmikil hann er fyri framtíðar føroyska dansin. Hann heitti á fólk um at hjálpa til, tí tað eru ofta tey somu fólkini sum stríðast har.
Um fólk kundu tekna seg til at komi okkurt kvøldi, um tað so var 2 ferðir um árið,  hevði tað gjørt stóran mun. Tað styrkir nógv um dansin, tá vaksin fólk eru við.
Vit gera eitt skema, har fólk kunnu tekna seg til onkur kvøld gjøgnum veturin.

Hjálagt er nýggja skráin hjá Tøkum Lætt. Skráin fyllir umleið helvtina av kvøldinum. Fyrsta kvæðið er altíð beint aftan á kaffisteðgin. Annars eru fólk altíð vælkomin at skipa onnur kvæði

Næsta dansikvøld okkara verður sunnukvøldið tann 20. oktober, og minnist til: barnadansurin byrjar kl. 18,30 og vaksni dansurin byrjar kl. 19,30. Tekningarlistar til veitslurnar liggja frammi.

Við hesum ynskja vit tykkum øllum ein góðan dansivetur.

Nevndin í Tøkum Lætt

Tags: