Limabræv 2020

Tórshavn 29. 10. 2020

Góðu limir

Ársaðalfundur okkara varð eitt sindur seinkaður í ár vegna Korona, hann var tann 18. okt 2020.
Randi og Jóna stóðu fyri vali og vóru afturvaldar. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.
Óli og Ólavur hildu fram í eykanevndini, Helga bar seg undan, í hennara stað kom Einar Martin Hjalt Jacobsen.
Grannskoðararnir eru teir somu, Roar Olsen og Bjarni Rasmussen.
Umboð okkara í Sláið Ring er Andreas formaður og eyka umboð er Ólavur.
Veitslunevndin bleiv eisini afturvald, Helga, Elsy, Sunneva og Poula.
Limagjaldið er tað sama, t.e. 200 kr. fyri støk og 300 kr. fyri pør. Flytast á konto: 445.127.0 í Betri
Vit hava fingið leiðreglur viðv. Korona frá Sláið Ring og Pál Weihe, vit lósu tær upp á aðalfundinum, annars eru tær at finna á okkara heimasíðu, www.tokumlatt.fo.
Barnadansurin gekk væl hjá okkum í fjør, har var rímulig uppmøting. Í fleiri ár hava vit havt ótrúliga gott fólk, sum ótroyttandi eru komin hvørt sunnukvøld at hjálpa til við dansinum og at lesa søgur. Hetta seta vit stóran prís uppá, tí børnini eru okkara framtíð.
Framførslir hava verið nakrar, men færri og øðrvísi. T.d. hava vit ikki tikið turistar uppí ringin, sum vit annars plagdu at gera.
Tað bleiv spurt á aðalfundinum, um fólk ætlaðu at koma at dansa í hesum koronatíðum. Tey flestu rættu hondina upp, og tí verður dansað!
Soleiðis sum støðan er, koma vit ikki at dansa saman við øðrum dansifeløgum, tað verður mest heima hjá okkum sjálvum. Av tí sama verður heldur ongin ársveitsla í ár, men kanska kunnu vit sjálvi finna uppá okkurt stuttligt!
Vit í nevndini hava brúkt rættiliga nógva tíð og orku at fáa brúksrætt yvir Skansastovu, og endiliga er tað so eydnast okkum! Hølini eru blivin málað, tey síggja rættiliga gott út:) Vit fara eisini at prýða tey við myndum og øðrum, og annars gera tað, vit hava brúk fyri, t.d. hugsaðu vit at broyta køkina nakað.
Hetta, at hava atgongd til Skansastovu allar dagar í vikuni, kemur at gera okkum lívið nógv lættari.
Tað hevur longu givið okkum ta stóru gleði, at ein bólkur av ungum fólki í samarbeiði við Tøkum lætt er byrjaður at dansa har, eisini onnur kvøld um vikuna.

Næsta dansikvøld okkara verður sunnukvøldið tann 8. november barnadansurin byrjar kl. 18,30 og vaksni dansurin byrjar kl. 19,30.
Hjálagt er nýggja skráin hjá Tøkum Lætt. Skráin fyllir umleið helvtina av kvøldinum. Fyrsta kvæðið er altíð beint aftan á kaffisteðgin. Annars eru fólk altíð vælkomin at skipa onnur kvæði

Við hesum ynskja vit tykkum ein góðan dansivetur.

 

Nevndin í Tøkum Lætt

 

Tags: