Aðalfundurin í Tøkum Lætt

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Aðalfundurin hjá Tøkum Lætt var í Skansastovu sunnukvøldið 6. oktober. Tað vóru ikki so nógv fólk møtt á fundi hesaferð, men eini 20-25 fólk mundu tað vera. Formansfrágreiðingin fyri farna árið varð lisin upp og góðkend. Andrias stóð fyri vali sum formaður, og varð hann afturvaldur við lógvabrestum.

Tá tey vanligu punktini, ið eru á skránni til aðalfundirnar, vóru avgreidd, varð tosað um mangt og hvat. Millum annað varð upplýst, at Smyril Line komandi summar aftur skipar fyri einari kvæðacruiseferð til Íslands við Norrønu. Í fjør summar varð skipað fyri eini slíkari ferð, og var hon sera væl eydnað.

Upplýst varð eisini, at ársveitslan hjá Tøkum Lætt verður 9. november. Vit ætla at kvøða Kjartan Ólavsson, so nú er høvi at lesa uppá til veitsluna.

Drekkamuður var sum vanligt eisini at fáa. Eftir aðalfundin kundi góð marmorkaka, sandkaka og rosinukaka njótast saman við einum kaffimunni ella temunni. Fólk sótu so og hugnaðu sær við práti og skemti til farið varð upp á gólv eina løtu. Óli skipaði Brestis kvæði, og tá tað var at enda komið, fóru fólk heim. 

Dansitíðin er nú aftur byrjað.

Tags: