Dansur sunnukvøldið 20. oktober
Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving.
Vit í Tøkum Lætt bjóða øllum áhugaðum at vera við.
Miðað verður eftir at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum.
Tiltakið er sostatt bæði fyri roynd og óroynd.
Dansað verðu nú sunnukvøldið tann 20. okt. kl. 20 í Skansastovu í Djóna í Geilsgøtu 1.
Barnadansurin byrjar sama kvøld kl. 19
Nevndin í Tøkum Lætt
Forrrestin, sum tit síggja, so er okkara góði gamli dansiringur komin afturíaftur:) Sum fleiri vita, so var hann burturblivin. Men nú hava vit fingið sama listamálara, sum málaði tann burturblivna, at gera okkum ein nýggjan dansiring, sum minnir nógv um tann fyrra. Vit halda, hann er minst líka fínur, um ikki betur:)
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar
Viðmerkingar
Tað er sera stuttligt at
Tað er sera stuttligt at síggja dansiringin aftur. Vit hava saknað hann!
Randi Olsen
Myndin
Endiliga fingu vit myndina við dansiringinum aftur. Mark, tú er óførur, vit takka fyri og lova at ansa betri eftir henni hesuferð.
Helga
HH