Limabræv 2013

Tórshavn 14. 10. 2013

Góðu limir

Sum lýst í bløðunum var aðalfundur okkara tann 6. oktober í Skansastovu.

Andreas stóð fyri vali og varð afturvaldur. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.

Men ein broyting var í eykanevndini, har kom Helena inn í staðin fyri Kirsten, sum bar seg undan. Hini í eykanevndini eru Gunnvør og Óli.

Og í veitslunevnduni halda Helga, Poula og Elsy fram, men Ásvør bar seg undan, fyri hana kom Sunneva.

Umboð okkara í Sláið Ring, Rasmus,og grannskoðarirnir Jógvan og Poul Johannes blivu eisini afturvaldir.

Limagjaldið bleiv tað sama, t.e. 200 kr. fyri støk og 300 kr. fyri pør.

Barnadansurin er ein stór avbjóðing hjá okkum. Hann hvílur á ov fáum herðum, og hesi troyttast við tíðini.Vit hava eisini mist ein tann mest roynda persónin í okkara barnadansi, Hervør, Sum øll vita, so brendi hon fyri dansin, og serstakliga barnadansinum. Hetta var ein sera stórur missur fyri okkum øll. Vit fara her at heita á fólk at hjálpa okkum at føra dansin víðari. Ikki er neyðugt at binda seg fyri allan veturin, men um man teknar seg at luttaka 2 – 3 kvøld um veturin, hevði tað verið ein stór hjálp. Tað er ikki bara skiparar vit eftirlýsa, men ynskiligt er at hava fleiri vaksin fólk at dansa ímillum børnini. Sum tit vita, bleiv barnadansurin fluttur til sunnukvøld kl. 19. Hetta ger tað nemmari, tí vit vaksnu dansa kl. 20 sama kvøld. Gott í tykkum, hjálpið okkum við hesum :)

Tann 9. november verður ársveitsla okkara í Róðrarneystinum á Argjum. Veitslan byrjar kl. 19.00 og farið verður til borðs kl. 19.30, stundisliga.

Kostanðurin er 180,- og síðsta freist at gjalda er hósdagin 31. oktober á konto 445.127.0 í Eik.

Tekningarlisti liggur frammi dansikvøldini.

Tann 26. desember er, sum kunnugt, annað jólakvøld. Tá er ætlanin at hava dans í Skansastovu.

Tann 11. januar verður okkara 13. kvølds dansur í Sjónleikar húsinum.

Tann 18. januar hevur Sláið Ring 35 ára føðingardag og øll dansifeløgini í landinum eru boðin. Hetta frætta vit meira um seinni.

2. páskakvøld er ætlanin at hava dans í Skansastovu.

Vit hava fingið nýggja heimasíðu! Vit vóru fyrsta felagið, sum hevði heimasíðu, men henda var nú blivin ov gomul og stirvin. Tann nýggja er komin on-line, men hon er enn so nýggj, at alt er ikki heilt fingið uppá pláss enn. Vónandi fara okkara limir at brúka hana meira nú, vit ætla at leggja tíðindi út á heimasíðuna og vísa til tey við sms skipanini. Øll kunnu gera viðmerkingar á heimasíðuni, tað einasta í krevst er, at stovna eina nýggja konto har.

Í ár verður onki girokort sent við brævinum. Tit vera biðin at flyta limagjaldið á konto í Eik: 9181 4451270 ella í Suðuroyar Sparikassa: 9870 4301162

Næsta dansikvøld okkara verður sunnikvøldið tann 20. oktober kl. 20, og barnadansurin er kl. 19.00

Við hesum ynskja vit tykkum øllum ein góðan dansivetur.

Nevndin í Tøkum Lætt

 

Tags: