Fótatraðk 25 ára føðingardagsveitsla

 

Vit hava tey tvey síðstu dansikvølduni tosað um, at Fótatraðk hevur bjóðað Tøkum Lætt og øðrum dansifeløgum í Føroyum í føðingardagsveitslu.  Nevndin hevur roynt at kanna, um áhugi er millum  okkara limir fyri hesum, og síðsta sunnukvøld teknaðu nøkur seg til túrin. Vit hava tosað við Atlantsflog um billettir og hava fingið at vita frá teimum, at vit mugu avgera innan fáar dagar hvussu nógv vit vera. Tí eru vit noydd at seta eina freist at tekna seg,  og tann freistin er týsdagin tann 29. oktober,  ein mánaða áðrenn fráferðina. Skuldi hetta haft tykkara áhuga, so mugu tit gera skjótt av og ringja til onkran  í nevndini.

Tags: