FØROYSKUR DANSUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM 13. KVØLD JÓLA
Submitted by Jóna Maria on Tue, 02/01/2024 - 16:40
Aftur í ár skipar dansifelagið Tøkum lætt fyri 13. kvølds dansinum í Sjónleikarahúsinum. Tað eru nú 30 ár síðani Tøkum lætt av fyrstan helt, tað kundi verði stuttligt at royna at taka henda gamla siðin upp aftur, og 13. kvølds dansur hevur nú verið á hvørjum ári síðani, tó ikki í harðastu Koronu tíðini. Hetta kvøldið er so mikið væl umtókt, at fólk koma úr nærum øll landinum at luttaka. Í ár er dansurin á sjálvum 13. kvøldi, leygarkvøldið tann 6. januar, hann byrjar kl. 22. Kostnaðurin er 100 kr, við í prísinum er smurt breyð við føroyskum viðskeri og kaffi og te. Øll eru hjartaliga vælkomin.