DANSINÁTTIN Í KVÍVÍK

Nú gerast kvøldini myrk og long, og tíð er aftur at leita sær inn í fjálgu dansistovurnar.
Leygarkvøldið 5. oktobur skipar Norðstreymoyar dansifelag fyri mikkjalsmessudansi í Frøishøllini í Kvívík.
Dansurin byrjar kl. 21.30 og kostnaður fyri tiltakið er 100 kr, við í prísinum er smurt breyð
Bussurin hjá Tøkum lætt koyrir frá rennilbreytini kl. 21 og heim aftur aftaná dansin.
Bussurin er ókeypis og øll eru vælkomin.

Tags: