FØROYSKUR DANSUR Í TØKUM LÆTT

Í Tøkum Lætt eru vit nú farin í gongd at dansa aftur, og vit bjóða øllum áhugaðum at vera við.
Miðað verður eftir at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum.
Tiltakið er sostatt bæði fyri roynd og óroynd.
Dansað verður nú sunnukvøldið tann 10. nov. kl. 19,30 í Skansastovu, Djóni í Geilsgøta 1
Skrá fyri veturin liggur frammi. Øll eru vælkomin:)
Nevndin í Tøkum Lætt
Tags: