Limabræv 2024

Góðu limir

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu  tann 13. oktober og hampuligt av fólki  møtti upp til fundin. 
Roar var valdur til orðstýrara og Elin Maria til skrivara.

Ólavur og Jóna stóðu fyri vali, men Ólavur bar seg undan, og Annleyg kom inn í staðin. Nevndin er nú Andreas, Jóna og Annleyg, nevndin hevur skipað seg við Andreas sum formanni, Jóna skrivara og Annleyg kassameistara.

Í eykanevndini var eisini broyting, tí Einar Martin bar seg undan, og Annleyg kom upp í nevndina.  Nyggj í   eykanevndini eru nú: Roar og Hildur og Bergar, sum heldur fram.

Grannskoðararnir eru teir somu, Roar Olsen og Bjarni Rasmussen.

Umboð okkara í Sláið Ring er Andreas og eyka umboð er Annleyg.

Í veitslunevndini bar Annika seg undan, og veislunevndin skal nú sjálv finna onkran fyri hana.

Limagjaldið er tað sama, t.e. 200 kr. fyri støk og 300 kr. fyri pør.  
Vinaliga flytið limagjaldið á konto: 9181  445.127.0 í Betri
Sum tit síggja, sær skráin eitt sindur meira rúgvismikil út enn hon plagi.Hetta er eftir ynski frá limum, sum gjarna vilja vita hvat akk. hvat verður kvøðið, fyri at hava møguleika at lesa uppá.
Dansiárið gekk gott í fjør, vit dansaðu næstan hvørt sunnukvøld. Av tí sama hava vit avgjørt at dansa hvørt sunnukvøld í ár, kl. 19,30 aftaná barnadansin.
Vit vóru 2 góðar útferðir í fjør, ein í Suðuroynni og hin í Fugloynni.
Vit vóru eisini boðin í 50 ára føðingardag hjá Norðstreymoyara dansifelag, ein sera góð veitsla.
Upptraðkingar hava verið serstakliga nógvar í ár, tað hevur oftast verið á Hotel Føroyum, men eisini onnur støð.

Tað hevði verið gleðiligt, um fleiri bjóðaðu seg til at komi við til hesar upptraðkingar, øll kunnu vera við, nú vit ikki longur brúka dansispøl, men bara vanligan føroyskan dans. 
Vit ætla ikki at hava ársveitslu á Argjum í ár, í staðinfyri verður hugnakvøld í Skansastovu 23. november, har vit fara at bjóða einum dansifelagi við. 
Barnadansurin gekk gott í fjør. Einar Martin, sum tók sær av dansinum, dugdi sera væl við børnunum. Tíverri ber ikki til hjá honum at vera við í ár, men vit hava verið so heppin, at Jón Rói hevur játtað at hjálpa okkum. Men vit mangla stuðlar í barnadansinum, tí fara vit at heita á tykkum at hjálpa okkum! Góðu tit, set 1 tíma av okkurt sunnukvøldi frá 18,30 til 19,30, tað hevði verið deiligt:)

Sum tit vita, hava vit upprættað ein Facebook-bólk, sum einans er fyri limir í dansifelagnum Tøkum Lætt, hann eitur Tøkum lætt limir. Um onkur enn ikki er komin inn á henda bólk, sigið so nevndini frá.
Vit hava eisini eina heimasíðu www.tokumlatt.fo har vit royna at fáa lagt allar upplýsingar og kunningar út. 
Minnist til, um tit broyta tlf nummar, at siga okkum frá, so vit fáa rætta tað á tlf ketuni..

Hjálagt er nýggja skráin hjá Tøkum Lætt.

Við hesum ynskja vit tykkum øllum ein góðan dansivetur.

Nevndin í Tøkum Læt

Tags: