Dansifelagið í Havn kvøðir Brynhildartátt fríggjakvøldið!

Fríggjakvøldið 24. januar kl. 22:00 skipar Dansifelagið í Havn fyri føroyskum dansi í Hornahúsunum. Hetta kvøldið fara vit at kvøða allan Brynhildar tátt, og vóna at nógv av teimum, ið kvóðu so væl við í januar í fjør, leggja leiðina framvið. Vit byrja við einum drekkamunni kl. 22:00 og so fara vit upp á gólv. Vit hita upp við Snekken ligger på landet og kvøða síðani Brynhildar tátt.  Øll eru hjartaliga vælkomin!
Tags: