INFO UM EIÐIS TÚRIN
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 28/01/2025 - 14:13
Bussurin koyrir kl. 17.50 frá rennibreytini
Sum formaðurin greiddi frá síðsta dansikvøld, so eru nógv ymisk tiltøk hjá okkum fyri framman! Vit fara at bíða eitt sindur við øllum teimum til næstu viku, nú fara vit bara at tosa um Eiðistúrin:)
Nú hava uml. 50 fólk tekna seg, og um øll koma við bussinum, so er hann fullur! Meiningin er, at vit eisini taka norðstreymingar við, tey eru 12. Tí er tað sera umráðandi at vit fáa at vita:
HVØR KOYRIR SJÁLVUR!!!
Tey fyrstu 2 kvæðini, sum hvørt dansifelag kvøður, eru hesi:
Dansifelagið á Látrinum:
Hafburd konge og Sivard konge og Ólavur Riddararós
Norðstreymoyar dansifelag
Streingeirs vísa og Huldugentan
Tøkum lætt:
Kong Sverke og Tróndar kvæði
Eftir tað eru øll vælkomin at kvøða tað, tey ynskjaJ
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar