Føroyskur dansur á Reinsarínum fríggjakvøldið 13. februar kl. 21
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mik, 11/02/2026 - 13:28
13. februar kl. 21:00 er høvi at uppliva føroyskan dans á Reinsarínum. Og tú ert hjartaliga vælkomin at luttaka í sjálvum dansinum. Tað er líkamikið, um tú ongantíð hevur roynt hetta áður, ella um tú hevur gingið til føroyskan dans í 100 ár. Øll eru vælkomin. Hevur tú hug til at standa á síðulinjuni og njóta upplivingina, so ert tú eisini vælkomin til tað. Tað týdningarmesta er, at vit koma saman og menna føroyska dansin. Við øðrum orðum: Dámar tær føroyskan dans, so er ikki at halda seg aftur, tí hetta verður eitt ógloymandi kvøld. Tað er felagið Tøkum lætt, sum skipar fyri, og tiltakið er ókeypis.
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar