LANDSDANSISTEVNAN FYRI BØRN
Submitted by Jóna Maria on Tue, 07/04/2026 - 11:10
Landsdansistevnan fyri børn er tann 18. apríl í Havn. Í tí sambandi verður barnadansur komandi sunnukvøld kl. 18,30 í Skansastovu. Vit fara at venja kvæði, sum vit ætla at kvøða til stevnuna, tað er Risin og Kellingin, sum Bergljót av Skarði hevur yrkt. Enn er tíð at tekna seg, tekningarlistin liggur frammi.