Ein lítil frágreiðing um Gjáartúrin

Tá man fer ein sovorðnan túr, so er tað umráðandi at fáa ein prís út, so fólk kunnu tekna seg skjótast gjørligt. Vit mugu jú bíleggja bæði hús, kokk, upplivingarstøð og buss í góðari tíð.
Vit fingu fyrst eitt tilboð, bæði við mati og víni og leigu av húsinum, tað var uppá 620 kr pr høvd, men tað hildu vit vera for nógv hjá limunum at gjalda. Tí tóku vit vínið og húsið úr tilboðnum, og prísurin bleiv tá 390 kr. Samstundis er ein trupulleiki, at ikki øll vilja hava vín, summi vilja heldur hava øl, og onnur vilja hava sodavatn, og í einum bygdahúsi er ongin barr:) Men vit kunnu royna at tosa aftur við bygdahúsið ella kokkin, um nakar møguleiki er at keypa drekkivørur frá teimum.

Hvat kostar so ein sovoðrin túrur felagnum, tað sær út til, at limirnir gjarna vilja vita tað:

Bussur ein heilan dag og útá náttina: 12.000 kr

Bygdahús: 4500 kr

3 upplivingarstøð: 6000 kr

Tilsaman 22.500 kr

Haraftrat verður onkur frágreiðing við Gjógv, vit hava ikki fingið prís uppá tað enn.
Og so er tað syngivatnið í bussinum og við borðhaldið.

So er bara eftir at ynskja, at veðrið verður gott, so fáa vit ein fínan túr

 

Tags: