Føðingardagurin hjá Sláið Ring

Hetta var ein av teimur góðu og longu føðingardøgunum, eini 300 fólk í veitslu.Stórur blíðskapur, landsins besti borðstjóri og kokkarnir dugdu síni ting. Har vóru góðar, ikki ov langar, røður. Síðandi fingu vit "Deyðastund Tróndar" frá Óla á G., og hon var so væl framborðin at tá var tøgn í sali!Nógvir sangir sungnir, og so var ein nýggjur sangur borin á borð, og sum vit áður hava sæð, hevði Regin D. yrkt ein frálíkan sang til høvið.Síðani varð dansað og kvøðið, langt út á náttina.Ein frálík føðingardagsveitsla hjá Sláið Ring.
Tags: