Seinasta dansikvøld áðrenn føstuna - Tekningarlistin til sangkvøldið liggur frammi

 Sunnukvøldið 2 mars verður seinasta dansikvøld okkara áðrenn føstuna. Barnadansurin endaði við einum braki leygardagin, tá landsdansistevnan fyri børnum varð hildin á Giljanesi. Nú skulu vit so venja okkum til eitt meira avslappað lív eina tíð. Men tað ger sikkurt onki, størri verður hugurin, tá vit so fara í gongd afturJ  Men heilt liðug eru vit ikki, tí leygarkvøldið 15. mars fara vit í Tøkum Lætt og dansifelag Kaggans aftur at møtast til upptøku til songfløguna, sum flest tykkara sikkurt kenna nakað til. Hetta er jú triðju ferð vit hittast til sama endamál, so væntanti røkka vit á mál hesu ferð. Hetta verður eitt ordiliga gott veitslukvøld við døgurða og øllum góðum afturvið – so vónandi møtur ein hópur av songglaðum fólkum upp. Tekningarlistin til sangkvøldið liggur frammi sunnukvøldið í Tøkum Lætt.Kostnaðurin er 120kr, skal gjaldast á konto 9181 4482370. Og ballið byrjar tíðliga, kl. 18. Vit ætla at fara í gongd at syngja beinanvegin, so at vit fáa góða tíð at hugna okkum aftaná:)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tags: