Kvæðatúrur til Skúvoynna

Sum tit flestu vita, eru vit boðin til Skúvoyar tann 14. juni. Vit fara at heita á fólk at melda til so skjótt sum møguligt, tí ein sovorðin túrur skal organiserast væl, bæði av teimum, sum taka ímóti okkum og av okkum sjálvum eisini. Til dømis hava vit ikki enn heilt tikið støðu til, um vit fara vit rutibátinum yvir Sandoynna, ella um vit skulu leiga bát av Gomlu Rætt beinleiðis til Skúvoynna. Hetta avhongur sjálvandi av, hvussu nógv tekna seg til túrin. Jú fleiri koma við, jú meira sannlíkt er at vit leiga ein skjóttgangandi bát. Skúvoyggin er eitt søguligt stað, serligani fyri okkum kvæðafólk. Ein stórur partur av tí, sum vit kvøða um, hevur nakað við Skúvoynna at gera. Sum dansifelag og dansifólk er tað eitt stórt upplivilsi at vera boðin til Skúvoyar, man kann ikki rokna við, at koma út aftur har til eitt sovoði høvi. Okkara møguleiki er so her og nú, vónandi fara vit fullmannaði avstað, sum Tøkum lætt er kent fyriJ  Gott í tykkum meldið tykkum til skjótast gjørligt, í seinasta lagi áðrenn 6. juni, so hava bæði vit og tey á Skúvoynni tíð at organisera henda túrin. Ringið ella sms´a og meldið til á tlf. 229593 -515152 – 214242 – 221921                  

 

Tags: