Tá vit eru komin til Skúvoynna-----

Fyrst vit eru komin, fara vit at samlast í skúlanum, har vit fáa ein lítlan drekkamunn og samstundis nakað av info um hvat hendir, meðan vit eru á Skúvoynni. Vit fáa eisini at vita, hvar vit skulu innkvarterast. Aftaná er møguleiki at spáka sær ein túr við ferðaleiðara  hjá teimum, sum hava hug til tað. Umleið kl. 18 verður døgurði í teimum ymisku húsunum. Tey, sum gista í skúlanum og í Stórustovu fordeilast út í tey ymisku húsuni saman við øllum hinum. Dansurin byrjar umleið kl. 21, og breyð og kaffi og te verður at fáa alla náttina. Øl og sodavatn verða til keyps. Eisini verða 3 kurvar burturlutaðar.

Tags: