Aðalfundurin í Tøkum Lætt

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Sunnukvøldið 5. oktober var aðalfundur í Tøkum lætt. Fundurin var í Skansastovu, og skráin var sambært lógini.

Tey, sum stóðu fyri vali í teimum ymisku nevndunum, vórðu øll afturvald, so har vóru ongar broytingar.

 

Tá tey formellu viðurskiftini vóru avgreidd, varð tosað um mangt og hvat.

 

Rasmus kunnaði um nøkur mál, ið Sláið Ring arbeiðir við.

Hann upplýsti, at útvarpið søknast eftir nýggjum upptøkum av føroyskum dansi, og upptøkum av kvæðum, ið ikki hava verið at hoyrt í útvarpinum áður.

   Ætlanin er at skipa fyri einum upptøkukvøldi 31 januar 2015.  Hetta er fyri øll dansifeløgini.

 

 

Barnadansistevnan verður í Leirvík komandi vár, men dagurin er ikki ásettur enn.

 

Nordlek 2015 verður komandi summar í Viborg í Danmark í døgunum 9. - 16 juli. Har kunnu øll, sum vilja, melda seg til.

Hetta er ein norðurlendsk dansistevna, sum er triðja hvørt ár

Í sambandi við fleiri undanfarnar Nordlekferðir hevur verið skipað fyri einum serstøkum túri, har vit spæla turistar og vitja søgulig støð.

  Kanska verður tað eisini í hesum sambandi skipað fyri einari søguligari ferð gjøgnum Jútland.

 

Barnadansurin hjá tøkum Lætt varð eisini umrøddur, og søknast varð eftir fólki at hjálpa til.

 

Harumframt varð upplýst, at ársveitslan verður 22. november, og dalbingar, sandingar og skúvoyingar verða bodnir við í veitsluna.

 

Fyrsti Regluligi dansurin verður 19. oktober.

 

Tags: