Latið inn hevur Vonbjørt hin Sun, 06/10/2013 - 14:10
Tøkum Lættarir byrjaðu dansiveturin í ár - líka sum so ofta fyrr - við at fara til Kvívíkar at dansa.Norðstreymoyar Dansifelag setti aftur í ár gongd á. Hesa ferð var gleðiligt at síggja vøkru gomlu Dansistovuna sum tey hava sett í stand. Hon angar av ný ístand setan og innkomin sá man hvussu hegnisliga hon var umvæld. Tað gamla góða var varðveitt og nýggjur køkur og nýggj toilett hegnisliga uppsett. Hon tykist vera væl egna til føroyskan dans.Vit blivu væl móttikin sum altíð og longu tá vit komu úr bussinum ljómaði Gullbrands kvæðið líka út í tún.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 05/10/2013 - 12:25
Aðalfundur okkara verður sunnukvøldið tann 6. okt. kl. 20 , dansað verður aftaná, øll eru vælkomin.
Tekningarlistin til ársveitsluna liggur frammi
Regluligi dansurin byrjar sunnukvøldið tann 20. okt. kl. 20.
Barnadansurin hjá okkum, sum nú er sunnukvøld kl. 19, byrjar eftir heystferiuna.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Hós, 03/10/2013 - 20:59
Vit dansa saman við pensionistum í Dansfrøði leygarkvøldið 5. okt. kl. 22
Aftur í ár hevur landsfelagid hjá pensionistum heitt á okkum at hjálpa teimum vid tí føroyska dansinum í teirra ársveitslu. Henda veitslan verdur hildin eina ferd um árid, og fólk koma úr øllum landinum at luttaka. Vit í Tøkum Lætt hava verid vid fleiri ferdir, og tad hevur altíd verid sera hugnaligt.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 15/09/2013 - 21:45
Latið inn hevur Anonymous (ikki váttað) hin Sun, 05/05/2013 - 14:35
Tøkum Lætt skipar Ebbe Skammelseøn
Latið inn hevur Anonymous (ikki váttað) hin Frí, 05/04/2013 - 18:34
Vit eru bodin í ársveitslu í Dali tann 13. apríl. Dali var fyrsta stad, sum Tøkum Lætt var og vitjadi, sum nýstovnad felag. Vit gleda okkum sera nógv.
Latið inn hevur toekum_laett hin Týs, 20/03/2012 - 14:48
Tórshavn 15. 10. 2012
Góðu limir
Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 3. oktober og væl av fólki var møtt.
Randi og Jóna stóðu fyri vali og vóru afturvaldar. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.
Síður