Submitted by Jóna Maria on Sun, 12/04/2015 - 12:11
2. Páskakvøld byrjaðu vit aftur at dansa sum vit plaga, hesa ferð var tað tó á Reinsarínum. Tað riggaði væl, hampiliga nógv af fólki og góður dansur.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 18/02/2015 - 19:57
Føstulávintsmánakvøld varð dansað á Reinsarínum. Dansurin byrjaði stutt eftir kl. 9 um kvøldið og endaði eitt sindur eftir midnátt. Væl av fólki møtti til dansin, og sigast kann, at hann hepnaðist væl. Úr rúgvuni av kvæðum, ið vórðu kvøðin, kunnu nevnast Regin smiður, Harra Pætur og Elinborg, Sigmunds kvæði yngra, Leivur Øssursson, Ólavur Riddararós, Brestis kvæði, Gudbrands kvæði og onnur.
Submitted by Jóna Maria on Sat, 31/01/2015 - 12:36
Vit dansa í Skansastovu nú sunnukvøldið 1. februar. Skráin hjá okkum er blivin eitt sindur órógvað vegna sjónvarpsupptøkurnar. Vit ætla fyrst at taka tað, sum stendur á skránni fyri kvøldið, men fara eisini at royna at taka afturí tað, sum ikki er blivið kvøðið hesar seinastu vikurnar.
Submitted by Jóna Maria on Sat, 31/01/2015 - 12:15
Barnadansistevnan verður komandi leygardag 7. februar í Leirvík. Bussarnir koyra frá Skansastovu kl. 8. 45, stevnan byrjar kl. 10. Barnadansur verður nú sunnukvøldið 1. februar kl. 19, tá fáa tit meira at vita. Av tí at dansistevnan er 7. februar, er skráin hjá barnadansinum broytt eitt sindur. Síðsta dansikvøld, sum skuldi vera 15. februar verður í staðin fyri 8. februar. Vit ætla at gera eitt sindur burturúr, fólk fáa pizza og annað gott:)
Submitted by Óli A. Reinert ... on Sun, 04/01/2015 - 20:15
Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri trettanda dansi í sjónleikarahúsinum. Dansurin verður leygarkvøldið 10. januar og byrjar kl. 10.
Tá liðið er eitt sindur á náttina verður matur at fáa, har tað ber til at njóta ein drekkamunn við smurdum breyði afturvið.
Hetta er eitt afturvendandi tiltak, ið vanliga er væl umtókt millum dansifólk. Sum kunnugt, so er 13. kvøld jóla 6. januar, sum í ár er týsdagur. Tær modernaðu tíðirnar gera tað tó næstan ómøguligt at hava dans mitt í vikuni, so tí verður dansurin eitt leygarkvøld.
Submitted by Jóna Maria on Tue, 23/12/2014 - 16:18
Vit dansa sum vant 2. jólakvøld í Skansastovu. Vit hava onkuntíð roynt at byrjad kl. 21, men tað vísir seg, at fólk koma ikki fyrr enn seinni allíkavæl. Tí fara vit aftur til tað vanliga hjá okkum, sum er kl. 22. Tað liggur so væl fyri í ár, tí 2.
Submitted by Jóna Maria on Thu, 11/12/2014 - 13:52
Sjónvarpið fer at gera upptøkur av føroyskum dansi tann 24. januar 2015. Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans hava avgjørt at dansa og kvøða saman til hesar upptøkurnar.
Submitted by Jóna Maria on Mon, 24/11/2014 - 21:13
Sum vit greiddu frá síðsta dansikvøld, kemur dansifelag Kaggans at dansa saman við okkum komandi sunnukvøld tann 30 november. Tað er altíð spennandi at fáa vitjan av øðrum dansifelagi, og dansifelag Kaggans og Tøkum Lætt hava altíð havt eitt sera gott samstarv.
Submitted by Jóna Maria on Wed, 12/11/2014 - 21:28
Submitted by Pól á Kletti on Fri, 24/10/2014 - 19:20

Tað var ikki bara við trøllini í Hornalondum, Ólavur kongur bardist. Eisini í Føroyum bardist hann við trøll. Í Gásadali eru uppi í homrunum steinar, ið nevndir eru Garparnir; søgnin sigur, at allir vóru trøll, sum Ólavur kongur umskapaði til steinar.
Pages