HUGNAKVØLD Í TØKUM LÆTT 12. NOV 2022

Hey tit, vit dansa í kvøld kl. 19.30 í Skansastovu. Nú er síðsti møguleiki at tekna seg til hugnakvøldið, sum verður komandi leygarkvøld tann 12. nov. kl. 19. Sum vit skrivaðu í limabrævinum, so bjóðar felagið grýturætt og okkurt gott omaná, allur maturin er ókeypis.

Tags: 

Limabræv 2022

Tórshavn 25. 10. 2022

Góðu limir

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu  tann 16. oktober og væl av fólki  møtti upp til fundin. 

Randi og Jóna stóðu fyri vali, men aftaná nógv ár í nevndini valdi Randi at gevast sum kassameistari. Vit fara at takka Randi fyri tað stóra arbeiði, hon hevur gjørt fyri Tøkum lætt í so mong ár. Ólavur Lydersen, sum hevur verið eykalimur í nøkur ár, loysir nú Randi av. Nevndin er nú Andreas, Jóna og Ólavur.

Tags: 

Tøkum lætt Barnadansur 2022 – 23

Barnadansurin byrjar aftur sunnukvøldi 23.10.2022. Vit dansa frá 18.30 og umleið ein tíma fram.

Tags: 

Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving.

Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við.

Tags: 

FØROYSKUR DANSUR Í SKANSASTOVU SUNNUKVØLDIÐ 23. OKTOBER

Vit dansa komandi sunnukvøld tann 23. oktober kl. 19,30  og skráin er:

Stríðið á Húnalandi  1 – 33

Sigmundsvísa (Blandt Hedenold)

Bjarnabani

Tags: 

AÐALFUNDUR Í TØKUM LÆTT 2022

Sunnudagin 16. oktober kl. 20 verður aðalfundur í Tøkum lætt. Dansað verður aftaná.
Ætlanin er at kvøða: Tróndar kvæði, Grimmer går på gulvet og De røvere tolv. Annars er orðið frítt:) Lýst verður í næstum við barnadansinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Dansurin í kvøld, 9. oktobur, er avlýstur.

Í hesum døgum eru mangir av okkara limum burturstaddir. Harumframt eru konfirmatiónir, og rokast verður við fjall og fletting. Tað eru tí  so mong, ið ikki kunnu koma í dans í kvøld. Tí er dansurin í kvøld avlýstur.

 

"Nú er tíð til frið at venda, kasta jarn og stál..."

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Dansur verður í Tøkum Lætt sunnukvøldið 9. oktubur.

Dansur verður í Tøkum Lætt sunnukvøldið 9. Oktobur. 

Dansurin byrjar klokkan 20:00, og ætlanin er at kvøða  "Grimmar går på gulvet", "De røvere tolv" og Tróndar kvæði. Annars er orðið frítt.  

 

Í matarsteðginum verður onkur søtur biti at leggja undir góman.

 

Aðalfundurin í Tøkum Lætt verður sunnukvøldið 16. oktobur.

 

"Kavaguva av fjøllum stóð, rok á firði mól..."

Tags: 

Føroyskur dansur í Kvívík leygarkvøldið 1. oktobur 2022

Í sambandi við dansin koyrir bussur frá rennibreytini klokkan 21.00. Bussurin er ókeypis.

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Seinasti barnadansurin áðrenn føstuna

Sunnukvøldið 27. februar verður barnadansur í Tøkum Lætt. Hetta er seinasti barnadansurin áðrenn føstuna, og øll eru vælkomin. Tekningarlisti til barnadansistevnuna liggur frammi, so høvi er at tekna seg til stevnuna.
Tags: 

Síður

Subscribe to Tøkum Lætt RSS